Sølu & Handilstreytir
Prísir
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK).
Atgongumerki, ið verða seld víðari øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil og svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.
Gjaldshættir
Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti), MasterCard Debit, MasterCard, Visa, VisaDankort, Visa Debit, Visa Electron og Maestro. Eitt kortavgreiðslugjald verður lagt afturat gjaldingin. Goldið verður umvegis gjaldsveg (paygate) hjá QuickPay og Clearhaus. Gjaldskortsupplýsingar verða sendir beinleiðis til gjaldskortveitaran, og Stage.fo og fyriskiparin sleppa ikki at síggja teir.
Latingartíð
Atgongumerkið verður skrásett í okkara skipan beinavegin goldið er. Tó kann ganga 5-10 minuttir áðrenn atgongumerkið er á tínum telduposti. Minst altíð til at kannað tínar (spam / junk) teldupostar.
Iðranarrættur
Vísandi til “Forbrugeraftaleloven §17 stk. 2 saman við §9 stk. 2 nr. 2a” er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti. Møgulig umsitingargjøld verða ikki endurgoldin.
Avgreiðslugjald
Eitt avgreiðslugjald verður kravt fyri hvørt bílagt atgongumerki.
Ábyrgd
Stage.fo tekur onga ábyrgd av sjálvum tiltøkum v.m., sum kundin hevur keypt atgongumerki til umvegis stage.fo, tað verið seg innihaldið í sýningini, hvørt sýningin er lóglig, um hon verður avlýst v.m. stage.fo kann tí ikki ábyrgdast fyri tap – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Tað er bara fyriskiparin, sum hevur ábyrgdina av tiltakinum. stage.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av egnum gerðum hjá kundanum. stage.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá stage.fo ella force majeure, so sum verkfall ella lockout. stage.fo hevur eftirlit við øllum upplýsingum, sum verða almannakunngjørdir á heimasíðuni hjá stage.fo, men stage.fo kann ikki ábyrgjast fyri manglar av upplýsingum.
Fyrivarni
Atgongumerki verða í avísum førum ikki afturgoldin, um tiltakið lutvíst ella heilt verður avlýst vegna óregluliga flúgving, serlig ring veðurlíkindi ella grundað onnur viðurskifti, sum fyrireikararnir ikki hava ræði á.